140x140

Um binding av koltvísúrni í viðarvøkstri

Seinastu árini er sera stórur áhugi kyknaður í grannalondunum fyri møguleikanum at nýta gróðurseting av viðarvøkstri sum miðil at binda koltvísúrni (CO2). Eitt nú í øllum Norðurlondum og í Stóra Bretlandi hava stórar granskingarætlanir verið í gongd innan evnið í fleiri ár, og úrslitini eru ógvuliga áhugaverd. Samanumtikið kann sigast, at myndugleikarnir í okkara grannalondum nú ásanna, at økt gróðurseting av viðarvøkstri er ein tann virknasti miðilin vit hava á landjørðini til at fremja økta binding av koltvísúrni (CO2) við.

Danmark:
Royndir við sokallaðum “orkuakrum” av ymsum pílasløgum (Salix. sp.) vísa árliga viðarframleiðslu á millum 8 – 14 tons (t) turrevni pr. hektara (ha) um árið í æviskeiðum (rotation period) á 20 – 25 ár. Hettar svarar til millum 15 – 25 t CO2/ha/ár í æviskeiðnum. Nú eru ætlanir frammi um munandi lendi við tílíkum vøkstri í m.a. vestur Jyllandi. Onnur jalig hjáárin við slíkum vøkstrum kunnu vera betri jørðbinding, minni útvasking av serliga N-tøðuevnum til vatnræsini og møgulig gagnnýtsla av kloakkslammi sum taðing.

Ísland:
Í meðal binda íslendsk skógarlendi eini 4 – 5 t av CO2 pr. ha á hvørjum ári gjøgnum eitt æviskeið á 90 ár.
Hendan mongdin av bundnum CO2 svarar til árliga útlátið frá 2.100 litrum av bensini, og eini 2.500 trø mótsvara sostatt árliga útlátinum frá einum privatbili, ið koyrir 30.000 km hvørt árið alt æviskeiðið hjá trøunum. Harumframt kemur, at einans 10 trø eru nóg mikið til at framleiða tað súrevnið (O2), ið einum vaksnum fólki tørvar. Har svarðloysi verður vallað (revegeterað) við gras- og urtavøkstri, er CO2 bindingin roknað at vera í meðal 2,75 t/ha um árið.

Bretland:
Yvirlit frá bretskum myndugleikum (Brittish Government Panel on Sustainable Development) vísa fylgjandi tøl fyri CO2 binding á lendi við skógarvøkstri; 3,1 t C/ha/ár ella 11,4 t/CO2/ha/ár.
Royndir við orkuakrum av pílasløgum, sokallað Short Rotation Coppice (SRC) framleiðsla, har heystað verður 3. – 5. hvørt ár gjøgnum æviskeið á uml. 20 ár, vísa annars á eina árliga viðarframleiðslu á eini 8 – 10 tons turrevni pr. hektara um árið. Hettar svarar til eini 15 – 18 t CO2/ha/ár í æviskeiðnum.

Noreg:
Ein djúptøkin rapport frá norska granskingarstovninum Skog og landskap um “Kystskogbruket”, t.v.s. skógarvøkstur á strandaleiðini av Vesturlandinum norður móti Finnmørkini kom við ársbyrjan 2008. Í hesi frágreiðing verður tilfeingismøguleikin fyri koltvísúrnisbinding á hesum leiðunum eisini viðgjørdur og lýstur. Samanumtikið verður roknað við, at skógarlendini í meðal kunnu binda millum 2,7 og 4,1 t av CO2 pr. ha/ár í einum æviskeiði, alt eftir hvussu ágrýtin og áhaldin politikkur fæst fyri eini slíkari ætlan. Sveiggini aftanfyri omanfyri nevndu miðaltøl eru stór (regiónin spennir so víða norður-suður, og vakstrarlíkindini tessvegna eisini), og miðaltølini fyri Vesturlandið (ivaleyst mest áhugavert í føroyskum høpi) kunnu samanberast við bretsku tølini. Frágreiðingin staðfestur eisini eitt miðaltal á 1,5 – 1,6 t av CO2 til framleiðslu av 1 m3 av viði (hóast ymiskan densitet).

USA:
Sambært amerikansku umhvørvismyndugleikunum er koltvísúrni bindingin frá gróðurseting av skógarvøkstri í boreala økinum umleið 0,6 t C/acre/ár, ella um 5,4 t av CO2/ha/ár í einum 120 ára æviskeiði.

Russland:
Í borealum furuskógarlendi verður samlaða mongdin av bundnum koltvísúrni víst at vera umleið 5,8 t CO2 pr. ha/ár í einum 50 ára tíðarskeiði.
 

FØROYSK VIÐURSKIFTI:
Royndir við viðarvøkstri:
Royndirnar í viðarlundunum her á landi byrjaðu fyri umleið 100 árum síðani. Hesar royndir hava serliga lagt seg eftir at finna fram til sløg av trøum og runnum, ið hóska til vakstrarlíkindini hjá okkum. Serliga tey seinastu 20 – 30 árini er tilgongdin av betri egnaðum tilfari bøtt munandi, orsakað av tí norðurlendska- og altjóða samstarvi, ið vit hava kunna tikið lut í. Vælkenda “jólaódnin” í 1988 oyðilegði hinvegin nógv í teimum táverandi viðarlundunum, soleiðis at møguleikin fyri mongum “ langtíðarroyndum” fór fyri skeyti. Samanumtikið kann tó sigast, at við tí plantutilfari, vit nú hava tøkt, ber til at gróðurseta væleydnaðan viðarvøkstur á munandi fleiri støðum í Føroyum, enn áður.

Sum nevnt omanfyri, hava royndirnar lagt seg eftir at finna fram til plantusløg, ið trívast her. Tí er lítið og einki gjørt við at finna fram til vakstrar- og produksjónstøl fyri viðarvøkstur her á landi, og heldur ikki við at finna fram til og kunna áseta vakstrarmørk í lendinum.

Aðrar viðkomandi kanningar:
Í 1986 varð ein kanning gjørd í viðarlundini á Selatrað at finna framleiðslutøl/produksjónstøl fyri vøksturin har. Kanningin vísti eina produksjón av viði á í hvussu so er 7 m3/ha/ár í einum 50-ára æviskeiði.

Í 1984 varð somuleiðis gjørd ein kanning at meta um vakstrarmøguleikarnar fyri viðarvøkstri í føroyska lendinum, serliga við atliti til eksposisjón (ábæri) og onnur veðurlíkindi. Royndin var við sokallaðum “tatter flags” (fløgg av standardiseraðum bummullsdúki, har slitið yvir tíð, samanborið við erfaringstøl, vísir vakstrarlíkindini á staðnum), ið er ein vælroyndur háttur úr Skotlandi at greina og samanbera, hvussu egnað ymisk lendi eru til m.a. ávísan skógar- og landbúnaðarvøkstur. Royndin varð gjørd í Suðuroy, í Havn og í Norðoyggjum, men tíverri bert fyri 1 ár heldur enn 3 (ið er viðmælt minstaskeið). Úrslitini góðu ábending um, at viðarvøkstur eisini kann fáast at grógva væl omanfyri 200 m y.h. á ávísum støðum her á landi. Í teimum núverandi skógfriðaðu viðarlundunum er hægsta lendið uml. 180 m yvir havinum (y.h.). Hettar er á sera veðurhørðum staði við kargari jørð, og har er vøksturin vituliga lítil. Viðarvøkstur í bygdum lendi (serliga í nýggjaru, hægriliggjandi býlingunum í Havnini) týður tó á, at vøksturin eisini kann vera munandi í hesum hæddum. Føroyskur upprunaviðarvøkstur (bæði av Píli og Baraldi) veksur eisini somikið høgt yvir havinum, at hesin kann vera ábending um, at samanumtikið ber til at fáa munandi koltvísúrnisbinding úr føroyska lendinum roknað pr. arealeind.

Føroyar eru uml. 140.000 ha í vídd, og miðalhæddin er uml. 300 m y.h. Teir fyrstu 70.000 ha fara sostatt burtur av óbýttum (>300 m y.h.). Av teirri lægru hálvuni er helst lítið at vinna í hæddarlagnum millum 200 – 300 m y.h. Somuleiðis eru ábærar líðir v.m. lítið hóskandi, umframt at nógv láglendi fer til bygging og býarbrúk, undirstøðukervið, landbúnað v.m. Hvussu nógv lendi, ið tá er eftir sum møguligt (potensielt) lendi til viðarvøkstur við koltvísúrnisbinding (CO2) fyri eygað, er torført at meta um. Eitt rímiligt boð kundi verið eini 10 – 20 % av teirri lægru lendishálvuni, altso millum 7 – 15 túsund ha.

Eitt samstarv við deildina Kort og Skráir á Umhvørvisstovuni hevði verið sera áhugavert og viðkomandi í hesum høpi. Ynskiligt hevði verið at kunna fingið greinað og talfest mongdina av egnaðum lendi í Føroyum til slíkt endamál. Við støði í tølunum, greitt er frá frammanfyri, er tó ikki av leið at meta, at koltvísúrnisbindingin í Føroyum kann vera eini 5 t CO2 pr. ha/ár ella meira fyri eitt æviskeið við egnaðum viðarvøkstri. Orkuakrar kunnu óivað framleiða munandi hægri nøgdir av viði, og harvið binda enn størri mongd av CO2 pr. víddareind. Spurningurin er síðani, hvussu stórar víddir ein vil seta av til slíkan gróður her á landi, til tess at slíkur vøkstur skal kunna verða eitt munandi ískoyti til spurningin um koltvísúrnisbinding í Føroyum. Men allur bati bøtur, sigur orðafellið, so ikki er neyðugt at síggja vantandi víddir sum nakra forðing fyri at fara til verka.

 

Vilt tú vita meira um evnið, vinarliga vendið tykkum tá til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson á tlf. 210966 ella á TrondurL@us.fo.

 

Um binding av koltvísúrni